Bjarnabani

1. Gevið ljóð og havið stev,

meðan eg gangi í dans.

Eg kvøði um Torkil Turrafrost

og fostursynir hans.

 

Niðurlag:

Hvørt skal mær harpan

undir mína hond?

Vil ikki frægur fylgja mær

í annað land?

 

2. Dreingir tveir í Víkini

settu sær til mið:

vit skulu upp um Dovrafjall;

fyrr geva vit ikki grið.

 

3. Vit skulu upp um Dovrafjall

Hákun jall at finna.

Fedrum várum væl hann unti,

unnir ei dreingjum minni.

 

4. Liðið út á vetur var.

Teir á fjøllum reika

lúgvaðir og vilstir av leið

við kaldar kinnar og bleikar.

 

5. Mælti Tórir Beinisson,

fjúrtan vetra gamal:

"Lat meg liggja. Halt tú fram

og vinn hjá jalli frama."

 

6. Svaraði Sigmundur Brestisson,

ið tvey ár yngri var:

"Ikki vil eg, Tórir frændi,

fara nú frá tær!

 

7. Annaðhvørt skal standast av

hesi vári ferð,

at antin liva báðir, ella

báðir leggjast her!"

 

8. So var munur á alvi teirra:

Tórir legðist fyri;

Sigmundur tók hann á sítt bak

og bar ta tungu byrði.

 

9. Gekk í fonn á fjallinum,

finnur fram á gil.

Teir kenna royk í nasar koma,

stíga nú treystari til.

 

10. Koma fram á einbýli,

ganga í stovu inn.

Har sat kona fyri teim

og genta prúð og svinn.

 

11. Tóku móti dreingjum væl,

mat og klæði góvu,

reiddu ból til báðar tveir;

har troyttir dreingir svóvu.

 

12. Sigmundur vaknar úr svøvni upp:

maður trein um gátt

bulamikil, bjálvaklæddur,

talar orðum hátt:

 

13. "Hvør er sá til hallar komni,

hýstur verður her?

Á henda hátt skjótt spyrst í bygd,

hvar býli okkar' er!"

 

14. Húsfrúgv svarar bónda blítt:

"Higar komu dreingir

vesalir, í kulda stirdir,

lúgvaðir og svangir.

 

15. Ikki nenti eg, teir skuldu

fyri durum liggja."

Tá læt bóndin vera kvirt,

leyt við boðum tiggja.

 

16. Úlvur vaknar upp árla morgun,

dreingirnar vil hann síggja.

"Dvøljist í húsunum her í dag;

tí long er leið til bíggja!"

 

17. Teir dvaldust dag, teir dvaldust vetur,

hartil ár so mong.

Úlvur gekk á skógin burtur,

veiddi dýran fong.

 

18. Úlvur vandi teir til mans,

til reystar, treystar kallar,

skjøldur og svørð og skot at nýta,

svimjing og listir allar.

 

19. Úlvur talar til dreingirnar:

"Væl tit tykkum varið,

at tit ikki vitja skulu

skógin norðan garðin!"

 

20. Untust væl í einbýli,

mangt til gamans høvdu.

Sigmundur og Turið unga

ástir saman løgdu.

 

21. Lidnir vóru tríggir vetrar,

man meg rætt um minna.

Úlvur gekk á skógin burtur

veiði har at vinna.

 

22. Sigmundur við Tórir mælir:

"Úlvur út er farin.

Hvat verður av, um vit nú vitja

skógin norðan garðin?"

 

23. Svaraði Tórir Beinisson:

"Ikki leingist mær

at vita, hvat ið vera man

í skógi norðan garð."

 

24. "Annað býr í mínum huga,"

Sigmundur ræður at svara,

"og í skógin norðan garð

ætli eg at fara."

 

25. Tórir svarar: "Ráði tú;

men minnast mást tú tá,

at vit so bróta lyfti tað,

ið Úlvur legði á."

 

26. Gingu teir í skógin inn,

Sigmund' við øks í hond,

hoyrdu brak og mikið stun

frá djóri har í nánd.

 

27. Yvirvaksin skógarbjørn

gongur móti teim.

Dreingir aftur á gøtu leypa.

- Tórir hastar heim.

 

28. Eftir teimum djórið loypur

ógvisligt at sjá,

tað rívur niður eikirnar,

ið gøtu standa hjá.

 

29. Ekkaleysur Sigmundur

aftan runnar stóð.

Hann banasár tí grimmu bjørn

við báðum hondum hjó.

 

30. Aftur vendi Tórir,

tá hann hetta sær:

"Mikið var hetta avreksverk,

men ikki lagað mær!"

 

31. Mælti Tórir Beinisson:

"Frægi frændi mín!

Einans unnist mær at vera

eftirbátur tín."

 

32. Sigmundur til orða tekur:

"Gakk tú mær til handa.

Royna skulu vit at reisa

djórið upp at standa."

 

33. Studdu tað við trøum væl,

so livandi var at sjá,

fóru so í garðin heim

at boða Úlvi frá.

 

34. "Nú er av sonnum illa vorðið,"

Sigmundur við hann segði,

"brotið er títt boð, og bjørnin

eftir okkum legði!"

 

35. "Hevur hon tykkum elt í dag,

ei skal hon tað aftur gera,

tó at eg áður ei hætti mær

hvast á hana at bera."

 

36. Úlvur leyp í skógin inn

við veiðivákn í hendi.

Tá ið hann kom at bjørnini,

hann spjótið í hana rendi.

 

37. Bjørnin fell á øðrum sinni

á tí sama degi.

Tá varð Úlvur varur við,

at djórið fyrr var vegið.

 

38. Úlvur fyri munni mælir:

"Hava tit meg fyri háð?

Og hvussu eitur drongur tann,

ið hetta djórið vá?"

 

39. Tórir svarar: "Sigmundur

hana í høvur hjó." -

Tá við virðing Úlvur bóndi

mælti, sum hann stóð:

 

40. "Tú hevur int eitt avreksverk.

Tað má eg nú sanna!

Mætari roysni manst tú gera

taldur millum manna!

 

41. Tú hevur int eitt avreksverk.

- Drongur ert tú enn. -

Mætari roysni manst tú gera

taldur millum menn!"

 

- - -

 

42. Sigmundur so víða fór,

frægur maður var,

hevndi í Føroyum faðir sín

og kristni higar bar.