1.

Í Gøtu ganga dreingir tveir,

sorgarfullir eru teir.

Noregis menn! dansið væl í stillum;

stillið tykkum allar,

riddarar, Noregis menn!

dansið væl í stillum.

Ella:

Alt meðan lindin, hon stendur væl.

Tað stendur ein lind

í mín faðirs garð,

hon er sær í rósum væl,

alt meðan lindin, hon stendur har.

2.

Ikki síggjast teir skrýddir ganga.

Hvítar stúkur um herðar hanga.

3.

Hárið klipt í svørðin niður,

so var í forðum trælasiður.

4.

Andlit trútna upp av harmi,

bylgist sárt í barnabarmi.

5.

"Sjúk er sál mín, Sigmundur frændi;

tungt er lív í trælastandi.

6.

Av høvdinga ættum eru vit bornir,

eydnuleysir eru vit vorðnir.

7.

Happ og høgg á hvørjum degi,

ongar vónir um vald og gleði.

8.

Trælalív er skomm hin versta.

Man ikki skjótt mítt hjarta bresta?

9.

Aldri fái eg troyst og frið.

Gávi eg lá við faðirs lið.

10.

Betri at liggja grivin í mold,

enn æruleysur ganga á fold."

11.

"Tegi! tegi! mín frændi Tórir!

vaksa vit upp og verða stórir.

12.

Vaksa vit upp til kappar frægar,

hevna skulu vit hesar dagar.

13.

Tveita skulu vit trælabjálvan,

drepa skulu vit Trónda sjálvan.

14.

Eg skal eiga so blankt eitt svørð,

sterkan hest og saðilgjørð.

15.

Brandin skal eg mær bitran brýna,

skjøldur mín skal sum sólin skína.

16.

Brynjuna skal eg av stáli smíða,

hjálmin skal eg við gulli prýða.

17.

Øksin breið við hyrnum stórum,

skaftið sett við silvurdjórum.

18.

Langskip stórt eg byggi mær,

flóta skal ikki betri far.

19.

Tað skal tola størstu sjógvar,

trygt á botni og turt til bógvar.

20.

Sum falkur skjótt tað fer á bárum

við segli og seksti eikiárum.

21.

Borð og bond úr besta evni,

bogið sporl og drekastevni.

22.

Reyðgylt høvd sum eldur skínur,

eygu glógva, gronin grínur.

23.

Seglið seymað reytt og blátt,

veðurringar leika hátt.

24.

Mannað væl við dreingjum reystum,

brynjaðir í málmi bestum.

25.

Tú skalt vera stavnamaður,

grát so ikki, ver nú glaður.

26.

Stýrið havi eg í hondum,

sigli so mót suðurlondum.

27.

Hildardans vit kátir trína,

eggjar smella, oddar hvína.

28.

Rudda drekar, knarrar, skeiðir,

vinna vald og góðs og heiður.

29.

Síðan vit til Føroya stevna.

Faðirs bana har vit hevna.

30.

Borgir tvær vit okkum gera.

Høvdingar vit báðir verða.

31.

Høvdingar á Føroyalandi.

Tá er gloymdur allur vandi."