1.

Drekka teir í Jómsborg

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín,

glaðir á hvørjum sinni.

Tøkum lætt her í lundum,

leikum várí menn,

latum váran dans væl falla.

2.

Drekka teir í Jómsborg

bæði við gleði og gaman;

har skal eingin stíga til borðs,

fyrr enn tríati ár var gamal.

3.

Drekka teir í Jómsborg

uttan sorg og sút,

drukku fullar tólv mánar,

har kom eingin út.

4.

Drukku fullar tólv mánar,

har kom eingin út,

tað var Vagnur Ákason,

hann gekk fyrstur út.

5.

Inn kemur Vagnur Ákason,

talar um sín vilja:

"Nú skal búgva skipini,

tí nú lystir meg at sigla."

6.

So letur Vagnur Ákason

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

7.

Vindur hann upp síni silkisegl

gulli vovin í rá,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn á Noregis vág.

8.

Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand;

tað var Vagnur Ákason,

hann gekk har fyrstur á land.

9.

Tað var Vagnur Ákason,

hann gekk har fyrstur á land;

har kom Ímundur hvíti,

hann høgdi av honum hand.

10.

Inn kemur Ímundur hvíti,

ið mist hevði hand:

"Ófriður er í Noregi,

er gingin á kongsins land."

11.

Inn kemur Ímundur hvíti,

ið fingið hevði mein:

"Komnir eru jómsvíkingar

so vítt yvir allan heim."

12.

Svaraði kongur í Noregi:

"Nú man tað so vera,

nú skal eg lata boðini

til illgerðsfrúu gera.

13.

Tólv merkur í reyðargulli,

tað vil eg henni senda,

drepur hon tann hin sterka her

og skilur meg við tann vanda.

14.

Tólv merkur í reyðargulli

vil eg henni geva,

drepur hon tann hin sterka her

og skilur meg við tann trega."

15.

Enntá var tað sendisvein,

hann heim í garðin fór,

úti Guðrun illgerðsfrú

fyri honum stóð.

16.

"Ver vælkomin sendisvein

higar út til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín."

17.

"Lítið er mær um mjøðin tín,

allvæl minni um vín,

tað er kongur í Noregi,

sendi meg til tín.

18.

Tað er kongur í Noregi,

sendi meg á tín fund,

Noregi er av hendi gingin

eina so lítla stund.

19.

Tólv merkur í reyðargulli

tað vil hann tær senda,

drepur tú tann hin sterka her

og skilur hann við tann vanda."

20.

"Hann torir ei, kongur í Noregi,

senda mær boðini tey;

drepi eg tann hin sterka her,

hann kemur í størri neyð.

21.

Hann torir ei, kongur í Noregi,

senda mær boð til handa;

drepi eg tann hin sterka her,

hann kemur í størri vanda."

22.

Svaraði Guðrun illgerðsfrú,

á fáum kann hon hól:

"Fái eg hans unga son

at blóðga í mín stól.

23.

Fái eg hans unga son,

nú man tað so vera,

tá skal Guðrun illgerðsfrú

miklar ódnir gera."

24.

Enntá var tað sendisvein,

hann heim í garðin fór,

úti kongur í Noregi

fyri honum stóð.

25.

"Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

hvussu tók Guðrun illgerðsfrú

við ørindunum tínum?"

26.

"Tú gert ikki, kongur í Noregi,

senda sær boðini tey;

drepur hon tann hin sterka her,

tú kemur í størri neyð.

27.

Tú gert ikki, kongur í Noregi,

senda sær boð til handa;

drepur hon tann hin sterka her,

tú kemur í størri vanda.

28.

Svaraði Guðrun illgerðsfrú,

fáum kann hon hól;

fær hon tín hin unga son

at blóðga í sín stól.

29.

Fær hon tín hin unga son,

nú man tað so vera,

tá vil Guðrun illgerðsfrú

miklar ódnir gera."

30.

Svaraði kongur í Noregi,

sær ber gull á hond:

"Fyrr vil eg missa ein mín son

ell øll míni ríki og lond."

31.

Sára græt kongur í Noregi,

honum rann tár á dúk,

tá ið teir bóru hans unga son

um hallardyrnar út.

32.

Tað var Guðrun illgerðsfrú,

á fáum kundi hon hól,

sveinin reiv hon kykan sundur,

hon blóðgaði hann í sín stól.

33.

Eitt kom æl av Kingilvág,

tað glumdi sum á húð,

allir krokaðu jómsvíkingar

inn í eina búð.

34.

Eitt kom æl av Kingilvág,

ilt var móti at líta,

jómsvíkingar og reystir kappar

fast á kampi bíta.

35.

Eitt kom æl av Kingilvág,

haglið stóð hvørt oyri;

voldi tað Guðrun illgerðsfrú,

at allur herurin doyði.