1.

Frøðið er komið frá Íslandi

skrivað í bók so víða:

havið tær nakað um hana hoyrt?

frá kann eg at týða.

- Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hans eru segl af silki reyð,

Ormurin rennur, árar leika í tolli.

2.

Frøðið er komið frá Íslandi,

skrivað í bók so breiða:

havið tær nakað um hana hoyrt?

frá kann eg at greiða.

3.

Frøðið er komið frá Íslandi,

hegar ið skald tað tók,

havið tær hoyrt um kongin tann,

ið skrivaður stendur í bók?

4.

Tað er signaður Ólavur kongur,

siglir norð við landi,

hann hevur skeið og skamri Orm

og mangan bitran brandin.

5.

Tað er signaður Ólavur kongur,

hann siglir út við Ytra,

hann hevur skeið og skamri Orm

og mangan brandin bitran.

6.

Ólavur siglir af suðurlondum,

fylgja honum streymar:

heidnir hava fyri mær borist

í mangar møðigar dreymar.

7.

Ólavur siglir af suðurlondum,

fylgja honum vindar,

fyrstu kirkju á suðurlondum

hann letur við kraftir binda.

8.

Kongurin sker ein tingakross,

hvørjum manni hann sendi,

kom so mangur heidningi,

tað sást ikki yvir enda.

9.

Kongurin stígur á tingið framm,

hann býður teim øllum skel:

tær skuluð taka við kristnari trúgv,

tað líkar mær so væl.

10.

Svaraði fyrsti af heidnum monnum,

tungu bar hann so snjalla:

vær viljum taka við kristnari trúgv,

hann skjýtur hana yvir os allar.

11.

Svaraði annar af heidnum monnum,

tungu bar hann so neyva:

hirðið ei hvar ið beinini rekast,

tá ið búkarnir liggja deyðir.

12.

Kongurin býður teim kristnu trúgv,

hesum heidnu monnum,

triðja kundi hann ikki fá,

tá fall litur af sonnum.

13.

Tað er nú sum oftum var tá:

ræddur er hvør sín deyða,

summir flýddu í havsbotnar

og summir inn í heygir.

14.

Til tess svaraði Ólavur kongur,

stendur í miklum váða:

síggja vil eg tað ljóta trøll,

sum eitt vil øllum ráða.

15.

Svaraði Torstein oxamegin,

fellur niður til kníggja:

hoyr tú kongurin, harri mín,

hann er ei góður at síggja.

16.

Arint eitur hann bunkabjørn,

tú tarft ei eftir at fregna,

alt tekur hann í fjall til sín

bæði skeiðir og reystar tegnar.

17.

Arint eitur hann bunkabjørn,

tú tarft ei eftir at spyrja,

hann tekur alt í fjall til sín

bæði skeiðir og dreingir dýrar.

18.

Brýnnar eru sum hamrar tveir,

ið svartir standa í fjøllum;

oyruni eru sum bukkahorn,

tey ringla við gullbjøllum.

19.

Kjaftur hans er ógvuligur,

nasar hans eru langar,

so er hansara kjálkabein

sum fjórðingsvegur at ganga.

20.

Skeggið er sum sótið svart,

tað stendur niður á bringu,

neglinar eru stórar og langar,

alin framm af fingrum.

21.

Svaraði signaður Ólavur kongur,

stendur í miklum váða:

síggja skal eg tað ljóta trøll,

sum eitt vil øllum ráða.

22.

Sigldu framm við Hornalondum

tá tók kongur at ráða,

opna tóku tá Hornalond

eystur í flagdaskála.

23.

Ólavur sigldi af suðurlondum,

fylgja honum vindar,

trøllini í Hornalondum

vil hann við kraftum binda.

24.

Blánaði æl í Botnum norður

streymur við bylgjugerð,

vísti vond og leiðingar,

at kongurin var á ferð.

25.

Sterkt kom æl af rustum niður,

dreingir gjørdust mettir,

risin seg úr fjalli gekk,

tá ið dagurin setti.

26.

Síggja teir allir, hesin tussi

vil at skipi venda,

hevur eitt tog og helmarreip

og stóran krók á enda.

27.

Skeggið var sum sótið svart,

tað niður á nalva stóð,

jørð trað hann til kálva upp

og út í sævarflóð.

28.

Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið háa?

tað hevur eingin aftur komið,

her hevur skeiðir vágað.

29.

Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið inn?

leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn.

30.

Leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn,

hoyr tað tú, hin reyðskeggjuti,

hvør vinglaði teg her inn?

31.

Hoyr tað Arint bunkabjørn,

dvølst nú ikki longur:

tak nú á tað fyrsta tak,

og vita, hvøssu gongur.

32.

Svaraði hann Arint bunkabjørn,

hirði ei um minni:

ofta havi eg størri skútu

latið í fjall mítt inn.

33.

So tók Arint fyrsta tak,

skipið tók at hvøkka,

heilir allir Ólavs menn

aftur í stavn ræðu støkka.

34.

So tók Arint á fyrsta tak,

tað turkaðust súðir tríggjar,

hann sakk niður í helluna

upp til sína kníggja.

35.

Kastaði hann krók á havið út,

línan røkk at landi,

so tók hann á Ólavs skip,

tað tognaði borð frá bandi.

36.

Allir bliknaðu Ólavs menn,

tá ið hann á skipið tók,

uttan hin ungi Tormaður

hann las í rúnarbók.

37.

Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í skál,

uttan hin ungi Tormaður,

hann las tað rúnarmál.

38.

Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í alvi,

uttan hin ungi Tormaður,

hann leikti við rúnarkalvi.

39.

Kongur gongur úr lyfting upp

framm eftir bunkabrún:

hvaðan er hesin fjallatussi,

hvar byggir tú tún?

40.

Leingi havi eg fyri Hornalondum ráðið,

kosin kongur á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

fyri hvønn nagl á fingri.

41.

Svaraði signaður Ólavur kongur,

af miskunn var hann kendur:

vit skulum eiga orðum saman,

ikki ráðast á hendur.

42.

Hoyr tað Arint bunkabjørn,

enn beiði eg teg til mála:

mong tað eru tey veiðitrøll,

tú hevur í tínum skála?

43.

Meir spyrt tú meg, enn eg spyrji teg,

ger ikki af tí hól:

ganga út af Hornalondum

róðrarskútur tólv.

44.

Ganga út af Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sextan selir á hvørt føri

koma so heim af sjó.

45.

Níggju verða fjósar ristar

af hvørjum aldansfiski,

tá fer hvør í níggju sundir

og tá eru trý um stykkið.

46.

Til tess svaraði Ólavur kongur,

hyggur hann upp í bjørg:

illa gegnist góður fángur,

fast hjún eru mong og mørg.

47.

Hoyr tað Arint bunkabjørn,

dvølst nú ikki longur:

tak nú á tað annað tak

og vita, hvøssu gongur!

48.

Kastaði hann krók á havið út

línan røkk at landi,

togna tók tað helmarreip,

tað brotnaði jarn í hondum.

49.

Til svaraði hann Ólavur kongur,

hann gerst nú nýtur drongur:

tak enn á kalv og kynjalegg,

og vita, hvatíð gongur.

50.

Upp leyp Arint bunkabjørn,

til tess var ei seinur,

so tók hann á Ólavs skip,

tað fjaldi hans mjadnarbein.

51.

So tók Arint triðja tak,

skipinum vildi venda,

hann søkk niður í helluna

upp um sínar lendar.

52.

Her skalt tú til áburð standa

allar ævir til enda,

takið nú vík og havnarlag

hvør sum her vil lenda!

53.

Inni sita smátrøllini,

nú er um tað at røða:

seinur er Arint heim til hallar

osum krásir at føra.

54.

Út kom gívurin árla morgun,

rættir út hálsin langa,

gløir eygum, glettir á tonn,

sankt Ólavur bað so standa.

55.

Til svaraðu tey smáu trøll,

hildu sær at gaman:

hvat mann breka móður vári?

hon fær ikki kjaftin saman.

56.

Leiðin lá for Aldans sund,

onnur inn fyri Kinn,

hoyr tú tað hin reyðskeggjuti,

hví vinglaði tú her inn?

57.

Út kemur gívurin árla morgun,

hon stígur á stinnar stólpar:

nú skal ganga af grimum út

honum at koma til hjálpar.

58.

Trøllini í Hornalondum

búðu seg út so víða

út við stórum jarnstongum,

tá tók hellið at síga.

59.

Tí svaraði Ólavur kongur:

verði her enn sum fyrr,

aftur lokist hetta helli,

verði her ongar dyr!

60.

Tað var signaður Ólavur kongur,

alt var sum hann vildi,

einki slapp af hellinum út,

men alt hann inni byrgdi.

61.

Til so svaraði hann sterki kall,

stinnur í alvi sínum:

ofta havi eg størri hamrar

brotið við kolli mínum.

62.

Trøllini í Hornalondum

ríða seg til tinga:

førum vær tað magnið,

sundir mann bergið springa.

63.

Til tað svaraði hann sterki kall,

gerst nú nýtur drongur:

leiðið meg at hellisdurum,

at vita, hvøssu gongur.

64.

Tólv fóru undir hans hvørji hond,

studningin hann fekk,

studdu hann so móti hellisdurum,

hálsur af liði gekk.

65.

Havið tær hoyrt frá Hornalondum,

hvat trøllini gjørdu á sinni?

tað livdi longst sum sterkast var,

tá ið hvørt át annað inni.

66.

Trøllini í Hornalondum

skuldu leypa bukk,

tey fóru niður til Krítuness,

haðan kom einki upp.

67.

Signaður verði Ólavur kongur!

alt var sum hann mælti,

einki slapp af helli út

tað hann inni læsti.