1.

Tróndur klæðist árla morgun,

reikar innan høll;

hundraðtals av Norðoyingum

sløðast runt um vøll.

Her er gott at dansa!

Stovan hon er nýggj,

stokkar eru av stáli gjørdir,

takið er av blýggj.

Her er gott at dansa!

2.

Tróndur dregur brók á lær,

báðar føtur skøðir;

nýa bláa búneti

hann setir sær á høvur.

3.

Kappan hann um herðar legði,

ringar greiptu armin;

silvurmalja, spenni gylt

prýddu breiða barmin.

4.

Gyrðir hann sær svørð við lið,

gongur út úr skála,

stevnir í tann mannaflokk,

um víðan vøll man vála.

5.

"Heilir, sælir, mínir menn!

Á hesi morgunstund

skulum vær nú til Havnar suður

á tann trúnarfund.

6.

Skulum vær níga Ólavi kongi,

skulum vær honum lúta?

Skulum vær krúpa so í krógv,

tá man mangur súta!

7.

Sigmundur er nú fallin frá,

sveik hann land og trúgv;

svíkja vit tað líkaso,

svíður tað onkrans búgv.

8.

Samráð er nú besta ráð;

lat okkum saman halda,

seta skjøldur for Ólav kong,

sum vil øllum valda!

9.

Landið, vit her búgva í,

og fedrar várir áttu,

geva vit ikki Ólav’ kongi

bæði við jørð og smáttu.

10.

Bera svørð á Sigmund frænda,

ber mær ikki til;

men at føra orðið fram,

eg fegin gera vil.

11.

Eg havi farið landið víða,

leitt alt fólk á veg;

allir norðan Hórisgøtu

vilja so sum eg.

12.

Vápnaðir vit allir gyrða

Sigmund í ein ring,

treingja hann við vápnum hart

og sjálvir halda ting.

13.

Ikki hansara skarlaksbúna

og hans tríati menn,

ikki eru vit falnir so,

at vit teir óttast enn."

14.

Mælti bóndin í Ónagerði

"Ikki skal Sigmund’ rósa av,

hann fremur kongaboðið.

15.

Tróndur, før tú orðini,

verjuna vit føra.

Bjarni letur heilsa tær,

hann vil tít fylgi nøra."

16.

Legði út av Norðagøtu

knarraflotin fríði:

allir skuldu á Havnarting

at standa í trúnarstríði.

17.

Tróndur vindur segl í topp,

knørrur fór á glið,

legði inn á Lambavík

at taka bóndan við.

18.

Flotin kom frá Eystnesi

gjøgnum álin harða:

Kúrin sá á Kúrbergi,

lat boð til Havnar fara.

19.

Annar flotin úr Sundalagnum

skúmandi um stokkar;

fyri sjálvum Skansatanga

møttust skipaflokkar.

20.

Tróndur heilsar øllum blítt:

"Hoyrið meg, garpar snjallir,

latum oss landa í Álakeri,

síðan fylgjast allir!"

21.

Tróndur skipar fólkið alt,

sum hann var vanur at gera:

"Sigurdur, mín bróðursonur,

skal oddamaður vera."

22.

Sigurður gyrðir svørð við lið,

vigar í hendi spjótið:

"Hann býr ikki sunnanfjørðs,

mær kann standa ímóti."

23.

Mælti tá bóndin í Kollafirði:

"Nú ert tú fittur at hána;

hevði tú verið í Hjørungavág’,

tá mundi hjartað bráðnað.

24.

Tú skuldi staðið við Sigmunds lið

á Búa digra knørri;

har vóru mætari menn enn tú,

ið fullu fyri svørði.

25.

Eg var við á Eiriks knørri,

havið reyk sum fonn;

vart tú har, tá kvíði eg,

tú styttist eina sponn."

26.

Blídliga mælti Tróndur gamli:

"Latum oss røðum venda!

Nú viljum vær á Reynið upp

at vitja Sigmund frænda!"

27.

Tróndur heilsar Sigmundi

so blídliga í gaman:

"Lukkustundin var nú hon,

at vit her hittust saman.

28.

Lat okkum hoyra røðu tína,

hvat tín vilji er;

eingin maður heima situr,

allir eru her."

29.

Sigmundur steig á tingsteinin,

bar hann upp á mál:

"Tað, eg havi at føra fram,

geldur lív og sál.

30.

Eg havi verið hjá Ólavi kongi,

fróður maður er,

setti meg til høvding sín

yvir oynnum her.

31.

Sendi hann sína blíðu heilsu

øllum her á landi,

bjóðar øllum Føroyingum

tað trúskaps vinarbandið.

32.

Har tók eg ta nýu trú

undir krossins merki;

henni víkja allir gudar,

líka Tór hin sterki.

33.

Sukku teir í Hjørungavág’

í tí harða dysti;

allir ruku teir í stríð’

undan hvítum Kristi.

34.

Tað er Ólav kongsins boð,

og mítt eg leggi til,

at hvør maður her á landi

trúnna skifta vil.

35.

So eg einki meira veit

tykkum fram at bera:

veljið nú, tit góðu menn,

hvat tit vilja gera!"

36.

Tróndur steig á talarsteinin,

mjúkur sum ein viðja:

"Hoyr tú, frændi, gætur gev

tí, sum eg vil siga!

37.

Takka fyri røðu tína

geri eg nú fyrst;

men at hon lítið batar her,

tað man vera vist!

38.

Gamlar gudar, gamlan sið

halda vit uppá;

tað vóru ikki várir gudar,

ið sukku í Hjørungavág.

39.

Trúgvir eru mangar til,

hvør hevur fyri seg sjálvan;

eingin skiftir trúnarorð,

sum hann skiftir bjálvan.

40.

Ikki bóndin á Selatrað

vil sína lund forskjóta;

ikki bóndin í Hósvík

hovið niðurbróta.

41.

Eingin okkara skiftir trúgv,

kannst tú líta á;

lýð tú heldur míni orð:

slepp tær hiðan frá!

42.

Áðrenn vit við vápnum lemja

teg og tínar menn,

svør tú so ein trygdareið,

tær treytir leggi eg enn!

43.

At tú ikki boðini slík

skal her á oyum bera,

svør nú, frændi, um tú vil;

vil, hvat tú vilt gera!

44.

Vilt tú heldur vápnum skifta,

ger nú, sum tú vil!

Henda kann, tú følir tað,

Føroyingar eru til."

45.

Sigmundur steig á talarsteinin,

hugdi út um ting,

stóð hann sjálvur gyrdur í

ein alverjaðan ring.

46.

Mátti hann við hond og munn

vitnisfast tað gera,

at hann aldri kristniboð

aftur skuldi bera.

47.

Fór hann sorgarbundin heim,

kúrdi nátt og dag

yvir kristniboðið, sum

hann sveik í fyrsta slag’.

48.

Tróndur siglir glaður heim,

helt seg hava vunnið;

ofta verður svikin hann,

ið svikin ber í munni.

49.

Tróndur setist í skála niður,

høgt av gleði glettir,

vardi neyvan, hvat ið hann

hendi árið eftir.