1.

Eg fór mær til Íslands í fjør

-tað hevði eg ætlað so leingi

at vinna mær pening og síggja meg um

sum aðrir dugandi dreingir.

Men fram rann "Vaagen" yvir hav,

hon mangan vin førdi.

2.

Dreingir og gentur í hundrað-tali

ta ferðina skuldu gera,

alt bleiv puttað í lastina niður,

so trongligt mundi har vera.

3.

Løgdu teir út av Fuglafirði,

og haðani út í hav,

so høg gekk aldan í Djúpunum tá,

at snútin fór langt undir kav.

4.

Havið tað var sum tað var vant,

tað var nakað gruggut at sjá.

Kuldin inn at beini neit,

hann norðan úr ísinum lá.

5.

Tá ið vit nærkaðust Seydisfirði,

tá var eg í ringum hýri.

Ísurin gnaddar á ymsi borð

hann stoytir í stevni og stýri.

6.

Strevaðist eg í Íslandi tá,

og vann sum eg kundi mest,

og so skuldi eg við "Vaagen" fara

til Føroyar aftur tað heyst.

7.

Skipið tað var so pakkað við fólk,

eg ógvist yvir tað enn,

og har lá hvørt um annað vavt

bæði posar, kistur og menn.

8.

Løgdu teir út av firðinum tá

-hon mundi í báruna snýsa

tá ið vit komu á Dalatanga,

stóð havið í andarisi.

9.

Hørð kom ódn av útnyrðingi,

so hvassir vóru teir vindar,

himmal og hav runnu saman í eitt

og brot sum fjallatindar.

10.

"Vaagen" hon rennur á havinum fram,

hon kastar á ymsar kjálkar.

Bylgjan sprænir í gaffil og rá,

hon brestir í plankar og bjálkar.

11.

"Vaagen" hon rennur á villum havi,

og hæddin var ei at hitta,

har sást hvørki stjørna ei sól,

og "logg" var til onga nyttu.

12.

Myrk var náttin, og ódnin var hørð,

vit hopast at sleppa í havn,

tað fyrsta eg fekk eyguni á,

var meitilberg beint fyri stavn.

13.

Ódnin dreiv á landið inn,

og brimið í berginum hongur,

súgurin holar at botni niður,

og skútan í blámanum gongur.

14.

Ódnin dreiv á landið inn,

har var so mikil vandi,

um akkerið fast í Íslandi stóð,

tað tók ikki frá aftur landi.

15.

Hýrin, ið har á skipinum var,

um hann vil eg einki orða,

ætli hann sjálvur, ið vandan kennir,

hvussu til stóð innan borða.

16.

Løgdu teir hana við blámanum fram,

hon gongur í trongum rúmi,

bylgjan brýtur í bæði borð,

so mastrarnar vaða í skúmi.

17.

Hon rann bæði við damp og segl,

og tað bæði yvir og undir,

hevði tað verið eitt veikari skip,

so hevði tað liðað seg sundur.

18.

Lukka so fatti tey fingrabein,

so væl kundu skipinum stýra,

eg vil ei banna tann ódnarstrom,

á seglini mundi fíra.

19.

Har sást ei annað enn brim og berg,

har var hvørki lón ella møl,

var skútan nærri landi ein favn,

so mól alt sundur í mjøl.

20.

"Vaagen" hon froysir við berginum fram

-har talaðist ikki eitt orð

maskinan helt, og seglini hildu

og sterk vóru skipaborð.

21.

Maskinan var úr svenskum stáli,

so mangur hevur tí bannað,

tað er tolið, og tað er hvast,

sum mangur maður má sanna.

22.

"Vaagen" hon rennur mót tanganum fram

og enn er hon á tí bleyta,

væl so hildu tey norsku segl,

væl drigin við sterkum skeyti.

23.

"Vaagen" hon rennur um tangan fram,

og burtur var allur vandi,

signaður verði tann Føroyaklettur,

so væl har lívdi av landi.

24.

Signað so verði hvørt viðasprek,

og so hvør boltur og nagli,

góðlukka hendi teg, "Vaagen" øll,

við tínum togum og takli.

25.

Taka vit "Vaagen" tí góða skipi,

sum okkum bar millum landa,

takka vit "Vaagen" tí norsku skútu,

sum okkum bar burtur úr vanda.