Vælkomnir Føroyingar her í vási,

eg meini, vit eru mergjaðir enn,

um mong ein hurð enn stendur í lási,

vit roynast tó enn menskir menn:

:,: Av látri ikki útskolaðir,

enn eru vit ikki volaðir:,:

 

Enn eru knotur í føroyskum kongum,

tað kennist við hvørt lógvatak,

enn eiga vit sess á summum rongum,

enn stíga vit fram um hurðarbak,

:,: enn torga broddi vit ímót,

enn lívir gamalt føroyskt grót:,:

 

Um gamal runnur á Føroya vølli

enn slitið hevur í túsund ár,

og illa trevsaður er av elli

og ber so stór og greflig sár,

:,: so er tó haldgóð enn hvør spong,

enn fara vit ikki undir kong:,:

 

Kom sessist tí við gleði og gaman

um vertskapsborð á hesi ferð!

til skemtunar enn vit hittast saman,

sum gamal landasiður er;

:,: væl unnast vit við kæti kátt,

tí eitrandi er sprekið gott:,:

 

Og tá til hallar heim vit venda,

hvør heldur leið at síni vrá,

og henda veitslan er komin at enda,

lat gamlar sinar roynast svá:

:,: at verkum várum komandi

verður gleðilyndið fylgjandi:,: