1.

Keisarin situr í hásæti

við knektum sínum og sveinar:

tá var eftir av hansara kempum

Viljorm Kornus og Einar.

2.

Keisarin situr í hásæti

við knektum sínum og jallum:

talar so til Viljorm rádna:

"Grána tekur tín skalli.

3.

Grána tekur í høvur títt,

elli tekur at boyggja:

Tá vit stóðu í heidnum stríð,

tá var mong blóðug troyggja."

4.

Viljormur stóð frá borði upp

og út av borgini gongur:

"Vita tað, keisarin Karlamagnus,

eg tæni tær ikki longur!

5.

Nú er tíð til frið at venda,

kasta jarn og stál:

Eg gangi meg í klostrið inn

at bøta mína sál."

6.

Vreiður var hann Viljormur,

hann gekk av høllini út;

eftir sat keisarin Karlamagnus

bæði við sorg og sút.

7.

Abbatin stendur á klostraborg,

hyggur hann út so víða:

"Eg sær Viljorm, keisarans kempu,

her mót klostrinum ríða."

8.

Abbatin stendur í klosturdurum,

reyðan ber hann kinn:

"Hoyr tú, Viljormur, keisarans kempa,

vilt tú í klostið inn!"

9.

"Tung man vera sorgin tann,

sum ofta hjartað bindur:

eg gangi mær í klostrið inn

at bøta mínar syndir."

10.

Har brast eingin dagur út,

teir hoyrdu ei klokkur ringja:

Viljormur lærdi í klostrinum

bæði at lesa og syngja.

11.

Abbatin talar til Viljorm rádna

alt foruttan ekka:

"Tú skalt fara í staðin inn

at keypa mat og drekka!"

12.

"Hoyr tú, abbatin, klosturhøvding!

hvat vilt tú mær ráða?

vil nakar taka mær førslu frá,

tori eg hann at sláa?"

13.

"Tú skalt halda klosturboð,

sum allir munkar fáa:

meðan tú hevur títt brókabelti,

mást tú ongan sláa!"

14.

Viljormur tekur ein fingurring,

hann setir í beltið inn:

So fór hann við rossinum,

so ivrugt var hans sinn.

15.

Viljormur keypti mat og drekka

og legði á rossið fríða:

Røvarum møtti á miðjari leið,

hann mátti ei mót teim stríða.

16.

Tjóvar tóku mat og drekka,

har var einki eftir:

Viljormur hugsar við sjálvum sær:

"Ei verða munkar mettir."

17.

Viljormur rópar á tjóvarnar:

"Tit eru dølskir menn!

Tit hava tikið tað ringasta,

tað besta er eftir enn.

18.

Síggja tit henda reyða ring,

í mínum belti situr:

Meiri er hann verdur nú,

enn alt tað, ið rossið flytur."

19.

Tjóvarnir løgdu á Viljorm hond,

tey spenni sundur stukku:

Slitu teir av honum brókabelti,

sær sjálvum til ringa lukku.

20.

Viljormur treiv um rossatjógv,

so er sagt herfrá:

Rykti hann tað úr kroppi út,

sum tað hevði verið strá.

21.

Viljormur sló við rossatjónum

fast av miklum móði:

Niður slerdi hann tjóvarnar,

teir deyðir á vølli lógu.

22.

Viljormur sankar førslu saman

í tí sama sinni:

tá ið hann kom at klostrinum,

tá var eingin inni.

23.

Viljormur reikar um borgina,

grimt var honum í huga:
"Her er eingin Guds friður inni,

ei munna munkar duga."

24.

Viljormur gekk allan dag,

maðurin var hann prúði:

Hitti so fram á húsið eitt,

har Grímur á skógum búði.

25.

"Hoyr tú, Grímur, góður maður"

má eg hjá tær vera:

Alt tað góða, sum eg formár

tað vil eg tær gera."

26.

Svaraði honum Grímur á skóg,

hann letur so orðum falla:

"Eg hýsi tær so bróðurliga

aldur og ævi alla."

27.

Trý so vóru árini,

Viljormur á skógum var:

Tað er skrivað í Karlskrýniku,

so er greint fyri mær.

28.

Viljormur kom á kvøldi heim,

hann gekk í húsið inn:

Hann sær Grímur fyri sita,

hann bar so bleika kinn.

29.

"Hoyr tú, Viljormur, reysta kempan,

her eru tíðindi svørt:

Heidningar eru í landið komnir,

keisaranum heimsókn gjørt.

30.

Keisarin hevur tvey stríðini tapt,

tað triðja skal nú standa:

Út eru skrivaðir allir menn,

sum eru í hesum landi.

31.

Heiðin kongur er kempan sterka,

við honum kann eingin ráða:

Allar teir kristnu hevur hann felt,

ímót honum hava vágað."

32.

"Hoyr tú, Grímur, vertin mín!

tú kom ikki í tann vanda:

vilt tú lána mær skjøld og svørð,

so skal eg fyri teg standa.

33.

Vilt tú lána mær skjøld og svørð

og ringsbrynju fríða:

So gangi eg í stríð fyri teg,

og tú skalt heima bíða."

34.

"Tá ið tú gongur í stríð fyri meg,

so væl má tað meg haga:

Signi teg Gud og Viljormur sterki

alla tínar dagar!"

35.

Viljormur reið í herin fram

alt fyriuttan vanda:

Gav seg undir tann banara,

sum Grímur átti at standa.

36.

Fram kom kongur við heidnum heri,

í stáli var hann klæddur:

ímóti gekk tann kristni herur,

hann er av honum ei ræddur.

37.

Viljormur sprakk á oddan fram,

við Grímar svørði í hendi:

Høggur so fast at báðar hendur,

mangan sveitan rendi.

38.

Viljormur reikar í heidnum heri,

teir kristnu eftir fylgdu:

Ræðsla fell á heidningar,

teir drukku har blóðugt gildi.

39.

Svaraði keisarin Karlamagnus,

situr á hesti fríða:

"Hvør skuldi tonkt, at Grímur á skóg

hann var so sterkur at stríða!"

40.

Svaraði ein av kristnum monnum,

hann keisaranum stóð hjá:

"Ongum er hann líkari

enn Viljormi at sjá."

41.

Fram kom vándi heiðin kongur,

troðar á kristi blóð:

Sundur høgg hann Viljorms skjøld,

at oddur í steini stóð.

42.

Tað var reystur Viljólmur,

hann sínum svørði brá:

Sundur høgg hann hjálm og háls,

hans høvur á vølli lá.

43.

Heidningar lótu undan røkka,

hvør sum mest kundi renna:

Eftir fylgdu teir kristnu menn,

teir lótu tá mót sítt kenna.

44.

Viljormur tók tá høvur upp,

hann gekk á Grímurs fund:

"Her skalt tú síggja kongahøvur

av tí heidna hundi.

45.

Hoyr tú, Grímur, vertin mín

tú ger, sum eg teg biði:

Far tú aftur til keisaran

og sig, tú hevur hann vigið!

46.

Far tú aftur til keisaran

og bið hann tað til bøn:

Hann skal geva tær greivadømi,

tað skal vera tín løn."

47.

Grímur gekk í keisarans borg,

hann gekk í salin inn:

Fyri sat keisarin Karlamagnus

við monnum hundrað fimm.

48.

Grímur stendur á hallargólvi

við heidnum høvdi í hondum:

"Her er høvur av konginum,

sum ófrið gjørdi í londum."

49.

Svaraði keisarin Karlamagnus,

latur í andlit lá:

"Hvokkin er hann Grímur á skóg,

síðan hann kongin vá!"

50.

Grímur reikar um borgina,

reyður er hann sum blóð:

"Tú hevur lovað greivadømi

honum, sum kongin sló."

51.

"Fyri hansara skuld, sum kongin vann,

skalt tú greivi vera:

Eg lovi tær eitt greivadømi,

riddara navn at bera."

52.

Greivin livdi í nøkur ár

bæði í tukt og sinni:

Ofta ynskti hann Viljorm verið

í sínum húsi inni.

53.

Greivin liggur í søtum svøvni

alt fyriuttan vanda:

Tókti honum Viljorm sterka

fyri sær at standa.

54.

"Minnist tú nakað um svarðirnar,

sum vit á skógnum ótu?

Eg liggi deyður á fløtuni,

har sum vit saman sótu.

55.

Eystan fyri kirkjuna

í teirra klosturborg

grava tú har mín deyða kropp

og ber so onga sorg."

56.

Greivin tók tað lítið í huga,

hann vildi ei longur vaka:

Aftur kom hann Viljormur,

í hondum bar hann staka.

57.

Viljormur gekk at seingini

við stakanum í hendi:

Sló hann niður á greivans høvur,

sviðan greivin kendi.

58.

Greivin sprakk á gólvið fram

tá ið hann tað hevði droymt:
"Vreiður er nú Viljormur,

tí eg havi hann gloymt."

59.

Greivin fór við nógvum fólki

Viljorms lík at finna,

gróv hann so í kórinum

í kleystrakirkju inni.

60.

Eingin hevur so reystur verið,

hann má jú deyðan fylgja,

verðsins lív forgongur skjótt

rætt sum ein havsins bylgja.