jaje@post.olivant.fo

Seksæringurin Naddoddur í Noregi 1997

Síðan er dagførd 17. juni 1999

Tú ert vitjandi nr:

síðan 17. juni 1999

Ævinleikager vitjan tína á heimasíðu felagsins

Skriva í gestabókina Guestbook by GuestWorldKaga í gestabók okkara

Nevndin:

Formaður: Poul Laðanberg (37 20 18)

Skrivari: Don Petersen (37 11 96)

Kassameistari: Jákup Jensen (37 19 91)

Nevndarlimur: Sverri Jensen (37 21 50)

Nevndarlimur: Michael Strøm (37 17 28)

Tiltakslimur:

Helgi Enni (37 15 61)

Ernst Petersen (37 22 30)

Endamál felagsins:

Endamál felagsins er at varðveita ta gomlu føroysku bátamentanina.

Felagið:

Felagið var stovnað tann 19. november 1995. Umleið 120 ánarar eru í bátsfelagnum Naddoddi. Ánaraluturin er áljóðandi 1000 kr.

Tú kanst gerast við at gjalda inn á konto í

Føroya Sparikassa 9181 - 444.237-9

ella í

Føroya Banka 6460 - 405.825-0.

Bátar:

Jóhan Olsen, bátabyggjari á Tvøroyri, bygdi seksæringin Naddodd. Hann fór av barka-stokki tann 31. mai 1997. Sama árið sigldi hann við seglum til Noregs, og var við til túsundára-haldið í Tróndheimi (mynd ovast á síðuni). Heimferðin var eisini við seglum, og hvønn vegin tók ferðin 3 samdøgur. Í 1998 sigldi báturin til Eysturlandið í Íslandi. Hann rói á Ólavsvøku '97 og '98 ímóti Greipi og vann. Felagið hevur eisini um hendi fleiri gamlar bátar. Ein hundraára gamlan árabát úr Skúvoy, ein úr Sandvík og ein av Tvøroyri. Vit hava eisini 'Lundan' hjá Óla hjá Pola og 'Lómin' hjá Andreasi hjá Pola. Harafturat hevur felagið ein 90-ára gamlan kappróðrabát eftir donskum sniði, hann kallast 'Catch'. Catch er bygdur umleið ár 1910 á bátaverksmiðjuni hjá Johan og Petur Mohr Mortensen.

Neystið:

Partafelagið N. J. Mortensen gav felagnum pakkhúsið á Tanganum til neyst. Neystið liggur á norðara armi á Trongisvágsfirði. Í neystinum er rúm fyri 5 bátum. Í loftshæddini er eitt hugnaligt felagshøli við køki. Í miðhæddini er eitt stórt høli til ymisk endamál, WC og bað. Neystið er nýliga umvælt við góðum stuðli frá stovnum og privatfólki. Limir felagsins hava gjørt alt arbeiði ókeypis.

Takk fyri vitjanina

 

 

 

Henda síðan er gjørd av Rúna Nielsen