Skarðstør

Skaršstųr, trišji-besta fitilendi ķ Nakkinun.

Eitt ævintýraland millin Navarin og Konuna…

Norðuri í Nakkinun á Kunoynni, liggur eitt fitilendi, ið eitur Skarðstør; Navarin og Konan standa vakt hvørjum meðna við, -Navarin í eystaru síðu, og Konan í vestaru. Hyggur tú beint út frá Skarðstør, sær tú bygdina Viðareiði. Lendið hevur ligið órørt síðani 1991, tá menn eisini høvdu veðrar í. Hesir vóru Hans Pauli Purkhús, Jógvan Pauli í Kongstovu, Hans Jacobsen, og Jógvan Mørkøre. Tá høvdu teir 4 veðrar í, og vigaðu teir 70 pund, 64 pund, 58 pund, og 56 pund; tann størsti uppá 70 pund datt oman í rakstrinun 15/9-1991, tíanverri, og er mynd av honum at síggja á heystlambssíðuni, tikin meðan Jógvan Pauli flettir hann. Soleiðis eru treytirnar. Tá man arbeiðir fitilendir, er ikki trygd fyri nøkrum.

Á fundi 6. Oktobur 1990, bleiv samtykt, at seta felag á stovn, ið skuldi eita "Bjargaseyð at Fanga". Hesir menn vóru: Hans Pauli Purkhús, Hans Jacobsen, Jógvan Pauli í Kongstovu, Jákub Jacobsen. Nøvnini ganga aftur í nógvum høpun her í norðoyggjum, -bæði innan vinnimál, fiskiskap, og seyð. T.d. hevur Jákub Jacobsen røkta á Skarði fyri Innan síðani 1981…

Síðani hetta felagið bleiv sett á stovn er nógv hent. Nógv fjøll eru gingin, fleiri illgongdar rásir gjørdar høgligari, og enntá okkurt fitilendið tikið.

Síðsta stóra hending er so aftur í Skarðstør; útskiftingin legði avbygdamenn á Skarð fyri Uttan, og spældu vit tá av við lendið. Men av tí at ongin arbeiddi Skarðstør, bjóðaði Jógvan hjá Pejla okkum lendið. Vit skrivaðu sáttmála fyri 4 ár, og byrjaðu vit beinanvegin. Ongin hagi hevur ráð at hava so stórt øki liggjandi fyri onki. Tað skal tó nevnast, at onkur hevur roynt at seta seyð upp, men tað hevur miseydnast; hví veit eg ikki.

26 apríl 1998, klokkan 08:45, stóðu vit so á kajini í Haraldsundi. Væl mannaðir. HansPauli, Jaspur Kruse, Jákub, Pól Niclái, Andras hjá Oyrabakka, og eg. Vit høvdu 8 seyðir við okkum: 6 heystlomb, og 2 ær.

1 heystlamb, 96 pund, Jaspur Kruse.

1 heystlamb, 100 pund, Rasmus og Hans Pauli.

1 heystlamb, 98 pund, Hans Pauli.

1 heystlamb, 118 pund, Rasmus.

1 heystlamb, 94 pund, Jákub.

1 heystlamb, 90 pund, Andras.

2 ær, báðar komu inn dagin fyri á Skarði fyri Innan, aðra átti Dia Reyðberg, og hina átti Atli Wilhelm. Hesar ær høvdu ferðast langt, -"uttan ferðaseðil", og nú vóru menn móðir av teimum. Vit fingu báðar forerandi, við tí treyt, at tær ikki komu í nakran haga aftur. Tær vóru illa fyri. Tað var komi undan hjá aðrari, men so líti, at onki kundi sigast við vissu; hon kundi tað sama longu hava kasta burtur. Klokkan 09:00 løgdu vit so frá landi við 5-mannafarinun hjá okkum. Sum enn er ónavngivin, -hóast fleiri uppskot eru frammi, -m.a. Kósaklettur, Skarðstør, Navarúlvur, Konibrotið, Hvannrókshamarin, o.s.fr…. Tað var avbera gott veður, og teir 4 hestarnir tóku okkum hóvliga norð gjøgnum Haraldsund. Báturin, -lat okkum bara kalla hann "Konibrotið", -fleyt lættur og tættur, hóast byrðan var tung: 8 seyðir, og 6 mans. ------------------------------------- (14/5-98 bleiv báturin navngivin: Navarsúlvur)

Flóðin var høg hendan sunnumorgunin. Norðuri móti Navarinun sóu vit ein lítlan kóp. Svartfuglur var ongin at síggja. Sýni var skart. Alt stóð so klokkureint fyri okkum.

Myndatøkuúrmælingurin Pól Niclái, avmyndaði dagin, bæði við livandi og deyðum myndum. Tað bragdliga 5-mannafari Navarsúlvur, gjørdi alt so lætt fyri okkum; ella kanska var tað dugnaligi skiparin hjá okkum Andras? Alt gekk uppá stás. Myndamaðurin leyp upp sum tann fyrsti, og tók so upp hvat hendi. Sjálvskrivaði formaðurin Hans Pauli samskipaði alt við hepni. Seyðurin bleiv tikin í land, og skjátturnar hjá okkum við. Síðani fóru vit undir fyrsta ordiliga takið: at fáa seyðin niðan frá sjónum. Arbeiði kann setast upp í 4 stig: 1- at fáa seyðin úr bátinun. 2- at fáa seyðin niðan undir bergið. 3- at fáa seyðin upp á bergið.4- at leiða seyðin niðan á oynna. Tað tungasta takið man verða at draga seyðin upp á bergið: hæddin er uml. 30 metrar, og dragast má við hond. Eitt heystlamb uppá 100 pund tikist tungt, tá tað hongur fyri endanun á eini líni, -og skal 30 metrar upp…

---Báturin sæst mitt í myndini.

Í dag, 3/5-98, vóru vit ein stimitúr runt Nakkin; vit sóu allan seyðin, -og eitt lamb afturat... Tann eina ærin hevði lembt. Eitt hvítt, høvuðssvart lamb. Tá var lag á monnum. Longu nú var broyting at síggja á gróðrinun; alt grønkast. Várið kemur við stormfetum!!!

----------------------Lopið, ið sæst úr Viðareiði. --------------------- ---------Á veg niðuraftur.

Skarðsbygd

Ein bygd kend fyri mannfall, bæði á sjónum og í bjørgum.

Gerðamenn vóru kunnigir á Skarði; av tí stóra mannfallinun ið var á eystaru síðu á Kunoynni, høvdu gerðamenn stóran áhuga í bygdini. So hvørt sum skarðsmenn fórust, tóku gerðamenn við. Tann dag í dag síggjast gerðamenn á fjalli á Skarði. Undrunarvert tó, at ongin gerðamaður giftist til Skarðs, men bara tóku seyð til jørðuna. Sóust gerðamenn koma eftir bakka, tá vóru tað "forrætningsørindi", ið lógu teimun í huga. Men komu teir í báti, so var tað eftir jólamati og líknandi. Teirra egna lá ikki so væl á góma um høgtíðsleiti; gerðakjøt hevur aldri verði tiltikið. Stígur kom í hesa skipan, tá Pól av Toftanesi úr Leirvík, giftist til Skarðs í árinun 1798; tá vóru einans 3 húsarhald í bygdini, og fátækradømi var stórt. Tá hevði okkurt festið á Skarði verði í ogn gerðabóndans í 4 ættarlið. Seyðaskipanin var so út av lagi vánalig, at bara vargur var í haga. Pól av Toftanesi gav bygdini rygg aftur og fekk við tíðini alt upp á fót. Skarðsbygd var komin fyri seg í 1913, tá Skarðsbáturin gekk burtur við øllum arbeiðsførum monnum úr bygdini. Hetta toldi bygdin ikki, og í 1919 blei øskukalt á Skarði.

Allar myndir eru tiknar av Pól Nicláa Steinberg og Rasmus S. Jacobsen.


Stikirnar uppsettar

27/7-98 mannaðu vit okkum so; hetta arbeiði mátti gerast aðrenn Hans Pauli fór aftur til Íslands. Við vóru: áðurnevndi, Jógvan Mørkøre, Jaspur Kruse, Immi Dam, og ein sonur Imma og ein svigarsonur. Teir 3 síðstnevndu komu við fyri túrin skyld. Jaspur skuldi føra. Men sum sæst á myndunum, so kundi Immi ikki halda sær, -hann mátti upp at hyggja eisini. Og tað skyldst! Vit fóru úr Kunoy við Navarsúlvinun klokkan 14:00, og var veðri avbera gott. Ætlanin var at sláa umleið 20 stikir niður uppi í Skarðstør, og fáa eitt hegnrull upp at liggja eisini, klárt at nýta. Tað var tungt at bera stikirnar niðan; ringt er at ganga við 5 vattndruknaðum stikum á herðunum. Tíanverri misti eg eitt bunti við 7 stikum útav, og allar fóru í smyldur. Sostatt fingu vit bert 13 hegnpelar niðan, men tað skuldi verði nokk. Nú er so tøkugerði klárt at seta upp. Hegnið verður flætta niður á pelarnar, og so er klárt. Aftaná lokið arbeiði, gingu vit eystur í tað eystasta av Skarðstør. Her liggja enn jarnstengir og kongar, frá tí tíðini tá menn sum jens Jul Sólbjørg, og Jóhan Purkhús, arbeiddu Skarðstør.

Hans P. á veg upp

Jógvan og Hans Pauli seta síðstu stikina fasta í klettin.

í bakgrundini sæst stóra lopið, ið eisini sæst úr Viðareiði.

Immi, Jógvan og Hans P. hómast aftanfyri hvannirnar. Konan í bakgrundini.

Eitt knoss at koma niður aftur.

HEYSTIÐ 98

Endiliga upprann so stóri dagurin. Eitt hæddarpunkt, ið vit høvdu glett okkum til leingi! Menn søktu Skarðstør... Dagfestingin var 21/9-98, og allir vóru øgiliga uppsettir. Í síðstu løtu var onkur sum meldaði frá vegna skipsboð, men vit mettu okkum væl mannaðir allíkavæl. 10 Seyðir skuldu takast, og vit vóru 5 mans sum skuldu taka teir. Klokkan 08:15 løgdu vit frá landi, við kós móti Skarðstør. Veðri var av tí allarbesta. Jens Jul og Vitin skuldu koma seinni. Men tá vit vóru undir Móisdali sóu vit ein maskinbát koma yvir fjørðin frá Kallsoynni. Hettar var Jens Jul; hann var so spentur, at hann kundi ikki bíða... Onki orð bleiv tala tá Vitin møtti Navarsúlvi, men ein endi bleiv tveittur av Vitanun, so ferðin kundi økjast eitt sindur. Jens Jul sleipaði okkum heilt til Skarðstør, og vunnu vit eini 20 minuttir á hendan hátt. Vattnrættan ælaboga sóu vit... Tað høvdu menn á orðið: hetta høvdu teir ikki sæð fyrr. Heldur ikki teir ið hava verið á sjónum tað mesta av lívi sínum. Ælabogin stóð ikki sum eitt umvent "U", men lá niðri. So var at fáa alt viðføri upp; línir, skjáttir, o.s.frv. Á helluni skipaðu vit okkum og viðføri, so bert tað neyðuga kom við upp.

Vitin hjálpir Navarsúlvinun ávegis.

Móra í sjónum av lopi.

Seyðurin lorast niður.

Og so koma vit til vektirnar. Ári bleiv gott hjá okkum! Av 8 veðrum vigaðu bert 3 undir 70 pund. 70.5 uppá stykki...

--Seyður. -------Vekt á bási. -------Vekt tá útsett. -------vekt livandi áðrenn slakt. -------Vekt flett.-------%

-Heystlamb ------- --87 pund ----------- ----100 pund --------------- -------- 68 kilo --- ----------- -------68 pund ---------50

-Heystlamb --------- 86 pund ---------------118 pund ------------------------ 78 kilo -----------------------73 pund --------46.79

-Heystlamb ----------51 pund ---------------- 98 pund ------------------------67.5 kilo ---------------------62 pund --------45.92

-Heystlamb ---------- ?------------------------96 pund ------------------------72 --kilo ---------------------70 pund --------48.61

-Heystlamb ---------- ? -----------------------90 pund ------------------------78 --kilo ---------------------76 pund --------48.71

-Heystlamb ----------? ------------------------94 pund ------------------------77.5 kilo ---------------------74 pund --------47.74

Ær dimm morreyð, Atli --------------------------?------------------------------102 pund ---------------------50 pund ------- 49.01

lambið --------------------------------------------------------------------------80 -pund ---------------------39 pund --------48.75

Ær ljóst morreyð, Dia ----------------------------------------------------------104 pund ----------------------44 pund --------45.76

lambið---------------------------------------------------------------------------65 pund ----------------------31 pund --------47.69


Týsdag 27 apríl, 1999, vóru menn aftur uppi í Skarðstør.

Veðurforsøgnin var til okkara fyrimuns, og avgjørdu vit longu leygardagin 24/4 at fara; tað mátti gerast mánadag ella týsdag, tí eftir hetta skuldi hann hækka upp í ein vestan. Vit boðaðu monnum sunnudag 25/4. Og vit blivu væl mannaðir! Tað hevur aldri verði so lætt at arbeiða Skarðstør; 9 mans vóru uppi, og undirritaði var í bátinun. Brandurin Leon Sólheyg hevði lænt bátin hjá Heina Mohr. Vit løgdu frá landi klokkan 08:15. Navarsúlvurin fór úr Kunoy við monnum, og báturin hjá Heina fór úr Haraldsundi við seyði. Heini sjálvur, ið røktar á Skarði fyri Uttan, kom við. Hann ætlaði sær ein túr í hagan. Tað var blikalogn. Sum altíð sóu vit nógvan kóp, og eisini onkran lunda. Sum flestum kunnugt kemur lundin í lundalandið hendan dag. Ætlanin var at nýta Navarsúlv at føra seyðin inn til Skarðstørs, men Leon dugir væl at stýra báti, og nýttu vit tí bátin hjá Heina. Jaspur Kruse skuldi verða bátamaður, men fekk hug at fara upp. Alt gekk uppá stás. Tað tók monnum minni enn ein tíma at fáa allar veðrarnar upp. Onkur myndin bleiv tikin, men eru tær allarhelst seinkaðar eitt sindur. Við okkum hendan dag vóru: Hans Pauli Purkhús, Jaspur Kruse, Hans Jacobsen, Rasmus S. Jacobsen, Jákup Jacobsen, Jógvan Mørkøre, Petur J. Eliassen, Leon Sólheyg, Djóni Kunoy, og Stefan Kunoy.

Menninir á veg upp við seyðinun, Konan í baksyni.

Hesir veðrar vóru uppsettir:

Hans Pauli: svartur ------106 p, og hvítur/blikutur 80 p.

Pól Niclái: morreyður ---90 p

Leon ---: -høvuðssvartur 90 p.

Jaspur -: -svartur --------86 p

Rasmus: -kenningslamb -106 p, morreyður brundur 84 p.

Jógvan :- hvítt -----------92 p.

Hans -- : svart ----------92 p.

Útistova: svart ----------118 p.

Jákup -: hvítur ----------84 p


Skarðstør 23 septembir, 1999

Landið ið flýtur við mjólk og hunangi.

Menn vóru uppsettir, tá Hans Pauli helt fyri, "at nú má farast í Skarðstør". Men vit máttu bíða eina heila viku, tí ættin var okkum ikki til vildar. Hann lovaði landnorðing og annað høgt. Og nokkso fitt av vindið. Men tá hósdagurin kom, lupu vit avstað! Navarsúlvurin fekk seg royndan, tí ikki minni enn 10 mans vóru í bátinun. Jaspur skuldi verða bátamaður, og teir 9 ið skuldu upp vóru: Hans Pauli, Hans, Jákup, Jógvan, Poul Noclái, Regin, Sjúrði, Djóni, og Rasmus. Neyvan man naka feitilendið verða gingið við so nógvum stórum monnum fyrr.

-Gongið var gott, og tað gekk skjótt at taka seg niðan. -Teir flestu høvdu lagt jakkarnar frá sær.

--.Vestari endi av ovaru rókunum í Skarðstør.

-Regin smírist vælnøgdur, meðan Jákup og jógvan reypa. -Jógvan komin í ódnina.

-Veðrarnir daga upp í luftina, og Viðoyggjin í baksýni. -Teir vóru tungir at beina.

- Konan í baksýni meðan menn handla. -Á veg oman.

Tað bleiv heldur ókyrt tá vit koyrdi seyðin í bátin, men tað gekk.

Tað vóru 11 seyðir í Skarðstør í byrjanini, men ein fall frá. Sostatt skuldu vit hava 10 veðrar heim hendan dagin. Poul Niclái hevði videoupptøkutólið við, og fekk hann sum vanligt ein avbera góðan film burturúr. Væl afturkomnir møttist allir uppi á Keldu í Bóndastovu, og hugdu eftir filminun. Menn vóru glaðir fyri úrsliti. Kvøldið eftir vóru allir veðrarnir flettir, og vektirnar eru:

Regin -------------82 pund

Hans Pauli 76 og 61 pund

Rasmus ---74 og 70 pund

Andreas---------67 pund

Jógvan ----------66 pund

Poul Niclái ---66 pund

Jákup -----------64 pund

Jaspur ----------58 pund.

Tilsamans bleiv kjøtvektin uppá hesar 10 seyðir 684 pund. Tað gevir tilsamans 68,4 uppá stykkið.


Skarðstør, 29 apríl 2000

Vit vóru væl mannaðir. 13 mans løgdu til brots fra Kunoyar kaj klokkan 10 um morgunin, við M/B Karin og Navarsúlvi. Hesir vóru: Jákup Jacobsen, Hans Jacobsen, Tummas av Viðareiði, Jógvan Mørkøre, Regin Kunoy, Djóni Kunoy, Kári Purkhús, Leon Sólheygg, Hans Pauli Purkhús, Rasmus Jacobsen, Jaspur Kruse bátamaður á Navarsúlvi, og Heini Mohr og Pól Magnus Petersen bátamenn á Karini. Tað runaði naka, men tá fyrsti maður var komin upp, so gekk tað. Vit høvdu 12 veðrar og eina ær við. Ein mjørkadagur, og lítil gróður. Tá man er so væl mannaður fellir arbeiði lættari.

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

---------------------------------------------------------------------------1583-----------/---------- 763= 48.19%

Skarðstør, 16 septembur 2000

Skarðstør bleiv gingið, og gekk alt uppá stás! Sjáldsama gott fólk var við hendan dag. 2 Viðingar vóru við okkum, og lærdu vit nógv av hesum royndu feitilendisbrandum. Trolbáturin Karin hjá Hans Paula og Jákupi, tók ímóti veðrunum, ið Navarsúlvur førdi út. Regin Kunoy førdi Karin, og Jaspur Kruse jongleraði Navarsúlvin. Menninir ið við vóru eru hesir: Hans Pauli, Hans, Jógvan Mørkøre, Djóni Kunoy, Sjúrður Kunoy, Leon, og viðingarnir Tróndur og Ludvík At hjálpa veðrunum umborð á Karin var Jens Jul Sólbjørg. Vit fóru frá kaiini í Kunoy klokkan 08:30, og vóru vit aftur á kaiini klokkan 15:30. Tað gerst ikki skjótari! Veðrið var av tí fagrasta, ættin var útsynningur, og kyrt. Vekttirnar síggjast omanfyri. Sum prikkurin yvir i´i, bjóðaði Regin Kunoy, Útistovubóndi, til hús har vit ótu døgurða áðrenn allir fóru hvør til sín eftir ein góðan dag. Tað sæst á øllum brøgdum, at áhugin millin menn fyri feitilendum, er vaksandi! Sum eitt kuriosum skal nevnast, at veðrurin hjá Regin ið vigaði 90 pund, er helst besti veturgamli veðrur sum flettur er úr feitilendi í norðoyggjum!

Skarðstør, várið 2001

5 maj løgdu menn til brots aftur. Veðrið var av tí fagrasta, við sól og bláum lofti. 12 heystlomb skuldu setast upp, og væl vóru teir mannaðir. Við hendan dag vóru hesir menn: Hans Pauli Purkhús, Julius Purkhús, Kári Purkhús, Hans Jacobsen, Jógvan Mørkøre, Sjúrður Kunoy, Heini Ásmund Heinesen, Leon Sólheyg, Jóhan Thompsen og Levi Joensen. Í bátinun var Heini Mohr, og Karin bleiv hegnisliga stýrd av Hákun Egilsnes. Jaspur Kruse var avskipari. Allir høvdu á orði aftaná, at hetta var lættasta tørn teir enn høvdu haft í Skarðstør.

Og Hans Pauli leggur afturat, at fari var av Kunoyarkei klokkan 11:00, tað hvítti eitt sindur uppá landið, men batnandi líkindi og stilli. Tað var hampuligt tá vit komu norður, gekk gott at koma á land og fáa seyðin upp. Vit áttu dagin sum hann var og góvu okkum góðar stundir á landi. Tað gekk heilt gott at koma í bátin aftur. Samanumtikið ein avbera góður dagur.

Menn á veg aftur í bátin.

Væl nøgdir garpar.

aftur til forsíðu

(copyright er á øllum myndum á hesari síðu. BAF)